< Aftur
Heðin Zachariasen Borgarstjóri
A
Sunda kommuna
Um meg

Eg brenni fyri okkara øki. Her vaks eg upp, og her havi eg búð alt mítt lív. Eg eri familjumaður og virkin í bygdalívinum.

Havi 20 ára royndir í politikki. Eg meti, at hesar royndir eru ein góð barlast.

Eg eri framsøkin, málrættaður og ærukærur og royni at vera savnandi í øllum, eg geri. Tað snýr seg um okkum øll. Eingin skal vera uttanfyri.

Sum borgarstjóri havi eg lagt dent á at raðfesta skilagott og fíggjarliga ábyrgdarfult. Í raðfestingunum eru bæði stóru og smáu bygdirnar tiknar við.

Mítt ynski er, at Sunda komm­una framhaldandi skal teljast millum bestu kommunur í Føroyum.


Míni mál

• Eina fíggjarliga sterka kommunu
• At Sunda kommuna framhald­andi er sjónlig og dragandi
• At vit innan 2 ár taka nýggja skúlan og ítróttarhøllina í nýtslu
• Góð og mennandi dagstovna­ tilboð
• Góðar tænastur til okkara eldru, sum taka støði í tørvi­num hjá tí einstaka
• Gera áskoðaraskýlið við Marg­áir og fríðka runt um á ítróttarøkinum
• Arbeiða víðari fyri at gera gongugøtur í og millum bygdir
• Samstarv við Bústaðir um at byggja fleiri leiguíbúðir
• Víðka um tilboðini í frítíðar­ undirvísingini
• Skipaðar umstøður til ferða­ vinnuna
• Seta gongd á vetrarfriðing
• Gera eina ætlan fyri økið í sambandi við, at Eysturoyar­tunnilin gerst veruleiki

Lesarabrøv
Kommunur